Søguløta

06 desember 2021

Í sambandi við, at vakra barnabókin, Langa Lina langomma, er komin út verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Aðalbjørg J. Linklett. Søguløtan verður á Klaksvíkar bókasavni leygardagin 5.februar kl. 12 Annika Egholm, býarbókavørður á Klaksvíkar bókasavni, fer at hava eina stutta samrøðu við Aðalbjørg um bókina, og síðani fer Aðalbjørg at lesa úr bókini fyri børnum, sum eru umleið 3-7 ár. Victoria á Lakjuni kemur eisini at syngja nøkur jólaløg. Um bókina: Langomma hevur ikki altið verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?