
EREOLEN
Á eReolen kanst tú læna e-bøkur og ljóðbøkur við lánaranummari tínum frá Klaksvíkar bókasavni.

FAKTALINK
Faktalink Í greinunum er inngangur til og kunning um viðkomandi og aktuell evni, sum eru uppi í tíðini leinki til víðari lesnað á internetinum og tilvísingar til myndlýsingar, greinir, bøkur, sjónvarps- og útvarpsinnsløg og annað um hvørt ávíst evni. Fyrst og fremst til skúlabrúks. (Greinasavn)

FORFATTERWEB
Forfatterweb er ein dátugrunnur við einum løttum og greiðum inngangi til kend ritverk hjá barna-, ungdóms- og vaksnamannarithøvundum. Fyrst og fremst til skúlabrúks og til teirra, sum vilja vita meira um tað, sum tey lesa. (Rithøvundalýsingar)

GALE: HIGH SCHOOL
Gale: High School - Her finnur tú hóp av greinum í tíðarritum og avísum umframt ymisk skjøl, uppslagsverk og eisini myndir og ljóð- og sjónbandafílur. Fyrst og fremst til skúlabrúks.

INFOMEDIA
Infomedia - Í hesum grunninum eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum bæði nýggjum og eldri. (Dagbløð)

TIDARRIT.FO
Tidarrit.fo - Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit. (Dagbløð - Tíðarrit)