Bókasavnið søkir eftir fólki

15 desember 2025

Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi á bókasavninum? Nú hevur tú møguleikan, tí vit hava brúk fyri starvsfólki til farloyvisstarv frá 1. februar 2026 til 1. august 2026. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.

Sum partur av okkara toymi kemur tú millum annað at: - klárgerða bøkur - arbeiða í avgreiðsluni - umframt annað fyrifallandi arbeið

Tað er umráðandi at tú hevur góðan telduførleika og dugir at arbeiða sjálvstøðugt við teimum uppgávum sum eru á bókasavninum. Sum persónur ert tú ágrýtin og fyrikomandi, og dugir væl at samskifta við bæði børn og vaksin.

Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella hevur tú hug at fáa fleiri upplýsingar kanst tú venda tær til Anniku Egholm, býarbókavørð á tlf. 455757 Umsókn skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 5. januar 2026.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?