Býta leikur dagar
09 apríl 2025
Frá 22. apríl til 24. apríl verður leiku umbýting á bókasavninum. Børnini kunnu koma á bókasavnið við teimum leikum tey ikki brúka meira og býta um við okkurt, sum eitt annað barn er komið við. Leikurnar skulu vera í góðum standi. Tiltakið er í samband við viku 17 á bókasøvnunum har ljós verður varpað á Heimsmálini, har millum annað dentur verður lagdur á endurnýtsla og burðardygd.
Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?