Royn teg í StopMotion

13 januar 2025

Ert tú millum 9 og 13 ár og heldur at StopMotion er spennanadi og vilt tú læra tað, kom so á Klaksvíkar bókasavn leygardagin 18. januar kl. 13.00. Stopmotion er ein filmsteknikkur, har tú nýtir marionettir, leir ella annað til at gera animatiónir. Vit kenna arbeiðsháttin úr røðini L fyri Lomb, sum ofta er at síggja í sjónvarpinum. Eir í Ólavsstovu fer at leiða verkstovuna.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?