Nýggja barnabókasavnið letur upp

28 august 2024

Mikudagin 4. september kl. 15.00 letur nýggi parturin av barnabókasavninum upp í gomlu hølunum hjá Visit Norðoy, á Biskupsstøðgøtu 11. Tá ið hurðarnar lata upp mikudagin verður sangur og røður á skránni. Eisini verður okkurt leskiligt til bæði børn og vaksin. Bókasavnið hevur altíð havt eitt økið til smærri børn, men við hesum gerast umstøðurnar enn betri og rúmligar. Tí við nýggju hølunum fáa børnini undir skúlaaldur, saman við foreldrum, góðar umstøður bæði at lesa, spæla og hugna sær. Bókasavnið hevur opið gerandisdagar frá kl. 10.00 til 17.00 og leygardagar frá 10.00 til 13.00. Øll eru vælkomin

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?