Søguløta við Gunnvá Zachariasen
17 apríl 2024
Mikudagin 24. apríl kl. 16.30 verður ein søguløta á bókasavninum við Gunnvá Zachariasen. Hon fer at lesa søguna "Mítt botnlív" um ein einsamallan axolotl, sum leitar eftir vinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til søguløtu. Bókasavnið skipar fyri hesari søguløtuni í sambandi við, at tað er vika 17. Hesa vikuna varpa bókasøvnini ljós á tey 17 heimsmálini, har tað millum annað verður lagdur dentur á at fara væl við umhvørvinum og lívinum á jørðini. Søgan "Mítt botnlív" verður lisin upp á fleiri øðrum bókasøvnum kring landið hesa vikuna - ma. í Gøtu, Nólsoy, Runavík, Kvívík, Tórshavn, Vági og Vestmanna
Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?