Nýtt úr gomlum

17 apríl 2024

Mánadagin 22. apríl millum kl. 15.00 og 17.30 ber til at koma á bókasavnið at gera ymiskt handaligt, ið leggur dent á burðardygd. Kom og hekla fruktnet, sum tú kanst nýta, tá tú fert til handlis, ístaðin fyri plastposar. Lær ymsar hættir at bøta hol ella mist eygu á bundnum plaggi, í staðin fyri at koyra burtur. Kom og knýt upphang til krukkur ella urtapottar. At hava við: Til fruktnetið – tógv og heklinál, sum hóskar til tógvið. Holut bundið plagg - plaggið, tógv, ið hóskar til og stokkar . Til at knýta upphang – eina krukku. Tiltakið er í samband við, at í viku 17 verða heimsmálini sett á breddan á fleiri bókasøvnum. Millum annað leggja tey 17 heimsmálini stóran dent á burðardygd.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?