Bóka- og myndaframløga

10 apríl 2024

Hósdagin 11. apríl kl. 16.30 fer Lisbeth Nebelong at hava bóka- og myndaframløga av hennara nýggja stuttsøgusavni "Sonate for sorgfulde hjerter", har søgurnar umframt at verða úr Føroyum eisini eru úr Íslandi og Norðurnoregi. "Sonate for sorgfulde hjerter" fagnar lívinum og kærleikanum. Sjey samantvinnaðar søgur úr Norðri um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa slóðbrótandi týdning. Rithøvundurin vevar allar sjey søgurnar saman, so at tær umframt at standa sterkt hvør sær kunnu lesast sum ein framhaldandi forteljing, ið angar av Norðuratlantshavi. Lisbeth Nebelong fer á Klaksvíkar bókasavni at siga frá um bókina, lesa brot úr onkrum av søgunum og vísa myndir. Lisbeth Nebelong búði trý ár í Havn sum barn og ung. Hon hevur áður skrivað tríggjar skaldsøgur, "Når engle spiller Mozart", "Færøblues" og "Møde i mol".

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?