Bókaframløga

03 mars 2023

Mikukvøldið 8. mars kl. 19.00 leggur Jóhannes Miðskarð bók sína "Relate and ecucate" fram. Jóhannes Miðskarð, PhD, undirvísti í 10 ár á námsvísindadeildini í skúlaleiðslu og dagstovnaleiðslu. Sum ein endi á hesi starvsleið hevur hann savnað megininnlitini um hesi viðurskifti í eina stutta bók.

Bókin er skrivað út frá føroyskum viðurskiftum. Men er á enskum, so skúlar og dagstovnar í øðrum londum eisini kunnu fáa gleði av vitanini.

Til tess at tilfarið kann nýtast í øðrum londum, so verður gjølla greitt frá kontekstinum í Føroyum á fyrstu síðunum í bókini.

Harnæst verður greitt frá, at leiðari og starvsfólk ganga í sínum egnum námsfrøðiligum-leiðslu-bløðrum í Føroyum. Hetta er ikki bara í Føroyum, men er funnið í nærum øllum londum.

Jóhannes Miðskarð vísir í bókini á, hvussu bløðrurnar kunnu møtast. Men mugu tó ikki smelta saman!

Tá bløðrurnar møtast, so kann námsfrøðiliga leiðslan í einum dagstovni ella skúla samskapast.

Bókin eitur “Relate and Educate – cocreating pedagogical leadership”. Her skal viðmerkjast at orðið “education” á enskum eisini kann merkja “dannilsi” og ikki bert “útbúgving”, sum vit ofta umseta tað til.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?