Lánitreytir

Neyðugt er at hava lánikort og tað er ókeypis. Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá. Útfyllingarkort fæst á bókasavninum. Ein skal hava lánikortið við, tá lánast skal á bókasavninum.

Lánikortið er persónligt og tann, ið eigur kortið, hevur ábyrgdina av tí, ið er lænt uppá tað. Um lánikortið verður burtur, kostar tað 20 kr. at fáa eitt nýtt lánikort.

Lánitíðin

Lánitíðin er ein mánaður, um annað ikki er avtalað. Lánið kann endurnýggjast, um eingin hevur bílagt bókina, tó í mesta lagi 3 ferðir.

Um bøkurnar ikki verða bornar aftur rættstundis, verður bót kravd:

  • Við fyrstu áminning verða 15 kr. at gjalda
  • Við aðru áminning verða 30 kr. at gjalda
  • Við triðju áminning verða 40 kr. at gjalda 

Endurgjald

Verður ein bók skadd ella burtur, verður endurgjald kravt.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?