Bókasavnið og skúlin

Klaksvíkar Bókasavn er fólkabókasavn, men virkar hesar fyrrapartar eisini sum skúlabókasavn fyri Skúlan á Skúlatrøð:

  • mánadag 8.00 - 13.00
  • týsdag 8.00 - 13.00 
  • mikudag 8.00 - 13.00
  • hósdag 8.00 - 13.00

Endamálið er at stuðla og menna hugin hjá næminginum at lesa og læra, at gera hann til ein virknan, 
skilagóðan bókasavnsbrúkara og miðlabrúkara.

Skúlaútlánið hevur ikki samband við útlánið og lánitreytirnar hjá fólkabókasavninum. Tað er sera umráðandi, at tær 
bøkur læntar eru í skúlatíðini, eisini verða latnar inn aftur í skúlatíðini, og tær bøkur, ið verða læntar í frítíðini, eisini verða latnar inn aftur tá.

Skúlabókasavnið er opið sambært tímatalvu, ið er til skjals á skúlunum.

Tveir skúlabókavørðar eru knýttir at bókasavninum:

Anna Elisa Mikkelsen
anna.e.mikkelsen@skulin.fo

Bergur Joensen
bergur.joensen@skulin.fo


 

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?