leita  
 

Bókasavnið og skúlin

Skúlabókasavnið
Klaksvíkar Bókasavn er fólkabókasavn, men virkar hesar fyrrapartar eisini sum skúlabókasavn fyri
Skúlan á Ziskatrøð og Skúlan við Ósánna:

 mánadag 8.00 - 13.00
 týsdag    8.00 - 13.00
 mikudag  8.00 - 13.00
 hósdag   8.00 - 13.00


Endamálið er at stuðla og menna hugin hjá næminginum at lesa og læra, at gera hann til ein virknan,
skilagóðan bókasavnsbrúkara og miðlabrúkara.

Skúlaútlánið hevur ikki samband við útlánið og lánitreytirnar hjá fólkabókasavninum. Tað er sera umráðandi, at tær
bøkur læntar eru í skúlatíðini, eisini verða latnar inn aftur í skúlatíðini, og tær bøkur, ið verða læntar í
frítíðini, eisini verða latnar inn aftur tá.

Skúlabókasavnið er opið sambært tímatalvu, ið er til skjals á skúlunum.

Tríggir skúlabókavørðar eru knýttir at bókasavninum:

Anna Elisa Mikkelsen:
aem@kb.fo

Bergur Joensen:
bj@kb.fo

Paulina Andreasen:
pa@kb.fo
 

Heim - Klaksvíkar Bókasavn Send ein teldupost Leita