leita  
 

Reglugerð fyri lán

Lánitreytir
Neyðugt er at hava lánikort og tað er ókeypis. Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá. Útfyllingarkort fæst á bókasavninum. Ein skal hava lánikortið við, tá lánast skal á bókasavninum.
Lánikortið er persónligt og tann, ið eigur kortið, hevur ábyrgdina av tí, ið er lænt uppá tað.
Um lánikortið verður burtur, kostar tað 20 kr. at fáa eitt nýtt lánikort.

Lánitíðin
Lánitíðin er ein mánaður, um annað ikki er avtalað. Lánið kann endurnýggjast, um eingin hevur bílagt bókina, tó í mesta lagi 3 ferðir.
Um bøkurnar ikki verða bornar aftur rættstundis, verður bót kravd:

Við fyrstu áminning verða 10 kr. at gjalda
Við aðru áminning verða 20 kr. at gjalda
Við triðju áminning verða 30 kr. at gjalda

Endurgjald
Verður ein bók skadd ella burtur, verður endurgjald kravt.

 

Heim - Klaksvíkar Bókasavn Send ein teldupost Leita