Bókaframløga

16 mars 2022

Hósdagin 17. mars kl. 17 verður bókaframløga av nýggju upprunaføroysku bókini "Matur - okkara virðismikla tilfeigi". Annika Egholm fer at hava samrøðu við høvundarnar báðar, Sannu Andrassardóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen.

Um bókina: Matur – okkara virðismikla tilfeingi er ein faktabók um matframleiðslu og -oyðsl og veðurlagsbroytingar, sum er viðkomandi fyri bæði børn og vaksin. Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað hesa bók, sum eisini er partur av krossfiskarøðini hjá Bókadeildini og Námi og sostatt hóskandi sum undirvísingartilfar til mið- og hádeild. Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur soleiðis um bókina: ”Ein sera kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur ikki er ein sjálvfylgja, og ikki minni okkum vaksnu, sum innflyta næstan hvønn bita, sum fer í munnin, um hann ikki fer í ruskspannina.”

Um høvundarnar: Gunnhild og Sanna eru systrar. Gunnhild er fødd í 1983 og hevur lisið samfelagsfrøði og humanvistfrøði. Sanna er fødd í 1981 og hevur lisið mál- og bókmentafrøði. Tær vóru við at endurstovna FNU, Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, í 2014, og fyrstu árini sótu tær í nevndini. Tær eru við í VistGrøði umframt í átakinum Kjøtfríur mánadagur – Føroyar.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?