Myndabóka-postarenning

20 mai 2021

Í samband við "Virkið vár" skipar Klaksvíkar bókasavn fyri myndabóka-postarenning í umhvørvinum við bókasavnið hósdagin 3. juni. Tiltakið er fyri tey yngstu børnini saman við vaksnum. Postarenningin byrjar og endar á bókasavninum og møguleiki er at verða við millum 10.00 og 17.00. Umframt postarenningina verður ein søga lisin kl. 11.00 og 16.30. Hvørjar søgur verða lisnar, siga vit ikki her, tí høvuðspersónarnir í søgunum eru onkur av teimum, sum gitast skal um til postarenningina. Lutakast verður millum luttakarinar um tríggjar myndabøkur. Um veðrið ikki er til vildar 3. juni, verður tiltakið flutt til 4. juni.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?