Norðurlendsk bókasavnsvika

17 november 2020

Upplestur á bókasavninum á Skúlatrøð Í samband við Norðurlendsku Bókasavnsvikuna hava næmingar úr 3. flokkunum verið á bókasavninum á Skúlatrøð og lurta eftir søgu. Skúlabókavørðurin las søgu og vísti myndir úr bókini "Øll telja við". Bókin er yðjandi full av fólki. Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman. Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og hevur gløgg eygu. So lívsjáttandi at uppliva, hvussu vakin og forvitin børnini eru í hesum aldrinum. Tey løgdu merki til minstu smálutirnar á myndunum, so tað var rættiliga nógv at tosa um. Í morgin verða tað næmingar úr 6. flokkunum, sum fara á skúlabókasavnið at lurta eftir broti úr spennandi bókini "Drápsmansapan".

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?