Hitt ein lestrarvegleiðara

09 mars 2020

Hósdagin 12. mars 2020 ber til at hitta ein lestrarvegleiðara á Klaksvíkar bókasavni og fáa vegleiðing innan lestur, læru og arbeiðsmøguleikar. Hósdagin 12. mars eru vegleiðarar at hitta á bókasavninum. Her verður møguleiki at tosa um tínar framtíðarætlanir. Støkk inn á gólvið millum klokkan 15.00 og 18.00 og vita hvørjir lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar eru - og fá at vita hvussu stuðulsviðurskiftini eru! Ikki er neyðugt at bíleggja tíð, ein møtir bara upp.

Um Vegleiðingarstovuna Útbúgvingar- og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til, at borgarar kunnu fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar- og vinnumøguleikar. Tílík karrieruvegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum, og brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum runt í landinum. Høvuðsuppgávan hjá Vegleiðingarstovuni er, at geva dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar- og vinnumøguleikar.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?