Fyrilestur

07 januar 2020

Hóskvøldið 16. januar kl. 19.30 heldur Brynhild W. Kamban fyrilestur við heitinum "Sjúrðakvæði nýtulkað úr kynjafrøðiligum sjónarhorni". Fyrilesturin hevur støði í meistararitgerð um Sjúrðakvæðini, har Brynhild W. Kamban greinar, hvussu persónlýsingarnar og frásagnarhættirnir mynda kyn. Ritgerðin er ein týðandi bókmentafrøðilig ritgerð og slóðbrótnandi kvæðagransking.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?