Bókaframløga

07 november 2019

SVIK í Klaksvíkar bókasavni

Hóskvøldið 14. november kl. 19.30 verður áhugaverd og forvitnislig framløga av bókini SVIK, ið Jan Lamhauge hevur skrivað.

Hetta er søgan um, hvussu tað eyðnaðist Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ólógligan skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum, hvussu føroyskir myndugleikar royndu at verja bankan, og hvørjar avleiðingar hetta fekk fyri KvF.

Jan Lamhauge, ið gekk á odda í avdúkandi journalistikkinum hjá KvF av Skattamálinum og sum upplivdi, hvussu hetta ávirkaði innanhýsisviðurskiftini í KvF, fer sjálvur at leggja fram og høvi verður at seta spurningar.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?