Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar bókasavni

06 september 2019

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 9. september til 17. september. Talan verður um fýra tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Í Klaksvík verður Vísindavøka hóskvøldið 12. september kl. 19.00

Framløgurnar á bókasavninum í Klaksvík eru:

‘Psoriasis-granskingin hjá Lomholt í Føroyum – ein metodisk nútímansgerð’ við Annu Katrin Matras frá Ílegusavninum

‘Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’ - 100 ára gamlar hitamátingar við Karin Margrethu H. Larsen frá Havstovuni

‘Sjeytiára kohortan –10 ára endurkanning’ við Einu H. Eliasen frá deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Vit síggjast!

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?