Barnaval á Klaksvíkar bókasavni

23 august 2019

Barnaval er útskrivað á føroysku bókasøvnunum Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um kelidjór, klemm, smákykt og songartíðir, og valevnini eru kend frá barnabókunum. Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á bókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 31. august, tá barnavalstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt skal man vera ómyndigur og í mesta lagi 12 ár. Í tíðini upp til valið fara valevnini at seta upp valplakatir á bókasøvnunum og nærhendis. Endamálið við barnavalinum er at introdusera børnini til demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir. Valnevndin vónar, at valluttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á bókasavninum komandi tíðina.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?