Fyrilestur um Árant úti á Bø í Svínoy og samtíð hansara

16 november 2018

Hóskvøldið 29. november kl. 19.30 heldur Jógvan Edmund á Geilini fyrilestur um Árant úti á Bø í Svínoy og samtíð hansara. Við serligum atliti til dómar og ákærur um seyðastuldur. Søgnin um Árant seyðatjóv í Svínoy er væl kend og mong hava sæð Árantsholu, har hann sigst at hava flett og goymt tjóvafolan, men hvat ber til løgsøguliga at staðfesta um Árant og samtíð hansara. Kannað verður, hvørt Árant kann hava verið partur av størri stríði um jørð í Svínoy. Eisini verður hugt at revsing og rættargongd í samtíðini.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?