Bárður Oskarsson vunnið virðisløn

06 november 2018

Tann føroyska bókin, Træið, eftir Bárð Oskarsson hevur vunnið barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurráðnum í 2018. Tað varð almannakunngjørt í dag á Mýrin, altjóða barna- og ungdómsbókmnentafestivalurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík. Soleiðis grundgevur dómsnevndin: ”Dómsnevndin hevur valt Træið, tí at bókin hevur einfaldar og skemtingarsamar tekningar, við dámligum huglagi. Søgan, sum er samansett av teksti og myndum, hevur eina heimspekiliga dýpd, sum koma til sjóndar í fleiri løgum.”

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?