Bókaframløga

24 november 2023

23. november kl. 19.30 verður ævisøgan um Sannu Dahl løgd fram á Klaksvíkar bókasavni. Tað verður ommudótturin Sanna Andrassardóttir Dahl, sum fer at hava samrøðu við annan av høvundunum Martin Næs. Sanna Dahl var ein slóðbrótari, hon var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tók læknaúrbúgving og hon var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin. Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgnum, millum annað um spentar støður í útlondum undir 2. heimsbardaga og um sjaskutar túrar við sjúkrahúsbáti í Norðoyggjum har Sanna arbeiddi beint eftir, at hon kom aftur til Føroyar eftir kríggi.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?