Upplestur á Klaksvíkar bókasavni

18 oktober 2023

Í samband við stuttsøgukappingina, ið var útskrivað til Fjølmentanarvikuna í ár, fara nøkur av teimum, sum luttóku í stuttsøgukappingini úr Norðoyggjum at lesa sína stuttsøgu á Klaksvíkar bókasavni mánadagin 23. oktober kl. 17.00. Evnið til stuttsøgkappingina er "Heim" og søgurnar skuldu vera millum 1000 og 1500 orð til longdar. Emdamálið við kappingini er at varpa ljós á fjølmentan í Føroyum.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?