Uppliva Filipsoyggjar

18 oktober 2023

Nú hevur tú møguleika at uppliva Filipsoyggjarnar. Bjóðað verður til áhugavert tiltak á Klaksvíkar bókasavni mikukvøldið 25. oktober kl. 19:00, har klaksvíkingar og onnur kunnu fáa eina smakkiroynd av, hvat Filipsoyggjarnar hava at bjóða. Klaksvíkar kommuna bjóðar nevniliga til ókeypis tiltak, har vit fara at hoyra frá tilflytarum frá Filipsoyggjum, sum búgva í Klaksvík. Á bókasavninum verða framløgur, ábit umframt at áhoyrarar hava møguleika at seta spurningar um mentan, mat, trúarlív ella okkurt heilt annað. Millum annað fer Jean Dela Cruz Guðjonsson, sum hevur búð í Klaksvík í nógv ár, at hava eina stutta framløgu og greiða frá um føðiland sítt. Øll eru vælkomin til tiltakið Uppliva Filipsoyggjar, og sjálvandi bjóða vit kaffi, te og okkurt annað forvitnisligt afturvið.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?