Fyrilestur

11 oktober 2022

Mánakvøldið 17. oktober kl. 19.30 heldur Peter Kordt fyrilestur við heitinum "Demokrati i en globaliseret og teknologisk verden". Flestu fólk stuðla fólkaræði og hava eina meining um evnið, men ofta hugsa fólk mest um fólkaræði, tá tað verður brotið og ikki virkar til fulnar. Tað finnist eingin alheims greining av fólkaræði. Fólkaræði merkir ymiskt í ymsum samfeløgum og verður definera av okkara mentan, siðum og sjónarmiðum. Winston Churchill skal hava sagt - at fólkaræði er vánaligasta stjórnarskipan vit kenna, men samstundis tann frægasta vit hava roynt. Fólkaræði er trupult og umskiftiligt og altíð undir trýsti. Hvussu framtíðartryggja vit fólkaræði, ella er hetta yvirhøvur gjørligt í einum alsamt meira alheimsgjørdum og tøknifrøðiligum heimi? Hetta eru evni Peter Kordt fer at viðgera 17. oktober kl. 19.30. Peter Kordt er samfelagsfrøðingur og hevur eisini lisið heimspeki. Í Klaksvík er hann eisini kendur, tí hann í 1980'unum var fótbóltsvenjari hjá KÍ.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?