Seinnapartur við Álvi Ákasyni

30 september 2022

Í ár eru 50 ár síðani vit fyrstu ferð hoyrdu um Álv Ákason og bøkurnar um Álv eru enn líka vælumtóktar. Hósdagin 13. oktober kl. 15.00 fara vit at hugna okkum saman við Álvi á bókasavninum. Vit fara at hoyra søgu og síðani hyggja eftir filmi um Álv, filmurin hevur danska talu. Eisini ber til at lita myndir av Álvi og vinum hansara. Vit eiga nógvar bøkur um Álv og fara at seta tær fram, og um onkur hevur hug at lána nakrar av bókunum heim við, ber tað væl til. So kom á bókasavnið hósdagin í heystfrítíðni og hugna tær saman við Álvi Ákason

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?