Lesimaraton

30 september 2022

Týsdagin 11.oktober frá kl. 14.00 verður lesimaraton fyri børn í skúlaaldri á Klaksvíkar bókasavni. Kom á bókasavnið og hava eina bók við ella finna vit eina bók á bókasavninum, so lesa tit 42 síður og 2 reglubrot - eitt maraton. Til ber eisini at lesa eitt hálvt maraton um ein heldur at eitt heilt er ov strævið, so er bara at lesa 21 síður og 1 reglubrot í staðin. Eins og rættir maratonrennarar kunnu fáa okkurt leskandi meðan teir renna, so verður eisini okkurt leskiligt at fáa hjá børnunum meðan tey lesa. Eisini fáa børnini eitt skreytblað, tá tey eru liðug at lesa. So kom á bókasavnið týsdagin í heystfrítíðini og fá ein góðan seinnapart saman við eini stuttligari ella syrgiligari ella óhugnaligari ella spennandi bók og øðrum børnum.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?